Veganskt matskeið av á hesum sinni

Bólka undir:
27. december 2020

Her eru myndir frá jóladøgurðanum, har luttakarar gjørdy Butterdejspakkar við champignon og spinat, quinoa salat við reyðrótum og rósinkál, ovnbaka græskar við chili og appelsin og brúnasós við Blomkál. Omaná var chiagreytur við kompot og golden milk. Eisini høvdu luttakararnir tíð at spæla pakkaspæl - hettar var bara ein góður endi á eitt væleydnað skeið í veganskari matgerð í heystglottum. Undirvísari Paula Báralíð fer í barsil.

Vikuskiftis skeið í brodering

Bólka undir: Skeið
20. september 2020

Hesar damurnar hava broderað alt vikuskiftið á tamb saman við Eydnu Dalsgaard, undirvísara hjá Tórshavnar Kvøldskúla! Hetta er ein liður í eini røð av trimum vikuskiftum vid undirvísaranum Eydnu Dalsgaard úr Havn. Tær hava lært ymsar nýggjar teknikkir at brúka. Næstu skeiðini verða í februar og mars