Tvøroyrar Kvøld- og Ungdómsskúli søkir eftir undirvísarum til kvøldskúlaárið 2026/2027

Vit leita eftir undirvísarum til ymisk kreativ, mentanarlig, málslig, heilsufremjandi og tøknifrøðilig skeið m.a.:

  • Smíð
  • Seyming – fyri børn, ung og vaksin
  • List og kreativitet– fyri børn, ung og vaksin
  • KT og Tøkni – t.d. Excel, KT-trygd, vitlíki og skeið til 65+
  • Tilvirking – av ull, skinn o.a.
  • Sjónleik – fyri børn
  • Kórsang- fyri vaksin
  • Hondarbeiði – fyri børn og ung
  • Mál

Einans hugflogið setur mørk!

Karmar og treytir:

Skeiðini kunnu verða av ymiskari longd og skipast í samstarvi við kvøldskúlaleiðaran.

  • Almenn frítíðarundirvísing: kr. 334/tíman
  • Frítíðarvirksemi fyri børn: kr. 290/tíman
  • Serstøk frítíðarundirvísing: kr. 401/tíman
  • 12% frítíðarløn

Hevur hettar tín áhugað og vilt tú vita meira?  Ring til kvøldskúlaleiðara Noomi Michelsen Dimon á +298 781128 ella skriva til okkum á teldupost kvungskuli@tvoroyri.fo.