Hevur tú eitt serligt talent ella fakligar førleikar, tú ynskir at deila við onnur? Hevur tú eitt gott hugskot til eitt nýtt skeið? So vilja vit fegin hoyra frá tær!
Vit leita eftir undirvísarum til ymisk skeiðir innan list, hondarbeiðið, tøkni, rørslu, matgerð, drama, tónleik, tilvirking os.fr. Einans hugflogið setur grensur!
Í ár leita vit serliga eftir lærarum til skeiðir innan:
- Smíð
- Seyming – fyri børn, ung og vaksin
- List og kreativitet– fyri børn, ung og vaksin
- KT og Tøkni – t.d. Excel, KT-trygd, vitlíki og skeið til 65+
- Tilvirking – av ull, skinn o.a.
- Sjónleik – fyri børn
- Hondarbeiði – fyri børn og ung
- Mál – enskt
Skeiðir fyri tvey ættarlið og skeiðir innan burðardygd og endurnýtslu:
Í ár ynskja vit at leggja serligan dent á at menna skeiðir fyri tvey ættarlið har t.d. foreldur og børn, ommur og abbar ella onnur í familjuni hava møguleikan at læra saman. Harumframt ynskja vit at prioritera skeiðir, sum takað støði í náttúruni, burðardygd, endurnýtslu, upcycling o.s.fr.
Karmar og treytir:
Skeiðini kunnu verða av ymiskari longd og skipast í samstarvi við kvøldskúlaleiðaran.
- Almenn frítíðarundirvísing: kr. 334/tíman
- Frítíðarvirksemi fyri børn: kr. 290/tíman
- Serstøk frítíðarundirvísing: kr. 401/tíman
- 12% frítíðarløn
Umsóknarfreist: 15. mai 2025
Send umsókn til: kvungskuli@tvoroyri.fo
Vilt tú vita meira? Ring til kvøldskúlaleiðara Noomi Michelsen Dimon á +298 781128 ella skriva til okkum á telduposti.