Fyrilestur og útferð við Jarðfeingi
Heiti: Útferð um eldgos og ístíðir í Suðuroy, leygardagin 24. apríl
Stað: Vit byrja á Tvøroyrar skúla og halda fram við bussi, har vit vitja áhugaverd jarðfrøðilig støð
Undirvísarar frá Jarðfeingi: Barbara Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur, og Lis Mortensen, landafrøðingur
Skrá fyri dagin:
Dagurin byrjar við fyrilestri um føroysku jarðfrøðina frá eldgosum til ístíðir í 60 milliónir ár. Aftaná fara vit út at vitja spennandi støð í Froðba, á Tvøroyri og í Hvalba, sum siga frá eldgosum, subtropiskum veðurlagi, ístíðum og kolinum í Hvalba. Vit koyra við bussi, men mugu vera ílatin til styttri gongutúrar út til einstøku støðini. Um middagsleiti njóta vit ein matarsteðg, og ferðin endar kl 16.
Les meir her: https://jf.fo/utferd-um-eldgos-og-istidir-i-suduroy-leygardagin-24-april/
Nær: 24. apríl kl 10 – 16
Kostnaður: 250 kr
Íroknað er matur um middagsleiti.
Tilmelding her á heimasíðuni.